Í sambandi við at kommunurnar yvirtaka heimatænastuna og eldraøkið frá 1. januar 2015, hava Runavíkar -, Sjóvar- og Nes kommunur heitt á Aslaug Gisladóttir um at standa á odda fyri fyrireikingararbeiðinum.
Í des 2013 avtalaðu kommunurnar kring Skálafjørðin at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu samstarva um heimatænastuna og eldraøkið, um tað sum ætlað, bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Løgtingið hevur nú endaliga samtykt, at útleggingin verður framd 1. Januar 2015.
Yvirtøkan áleggur kommununum nógv fyrireikingararbeiði. Í hesum sambandi hava kommunurnar kring Skálafjørðin heitt á Aslaug Gisladóttir um at standa á odda fyri hesum arbeiði.
Aslaug Gisladóttir kemur at virka sum verkætlanarleiðari og ráðgevi hjá samstarvskommununum, Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommunu, í innleiðandi fyrireikingini av yvirtøkuni av heimatænastunum og eldraøkinum sum heild.
Aslaug Gisladóttir er ættað av Skála og býr Innan Glyvur, er gift og eigur 3 børn. Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur millum annað arbeitt sum projektleiðari í Bank Nordik í fleiri ár.