Ásla skoraði sigursmálið

Kvinnur: Føroyar hava við sigri ímóti Lettlandi spælt seg í finaluna í Baltic Cup

Heidi Sevdal leggur Føroyar á odda 1-0 Skíggjamynd: kvf.fo

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur í dag verið í eldinum í Baltic Cup, sum hesaferð er í Estlandi.

 

Føroyar spældu í dag ímóti Lettlandi, og Føroyar vunnu 3-2, eftir at føroyska liðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.

 

Sigursmálið skoraði liðformaðurin Ásla Johannesen, vongverjin í vinstru, tá ið tað vóru fimm minuttir eftir av vanligu leiktíðini. Innskifti álopsspælarin Rebekka Fjallsá Benbakoura legði bóltin í vinstru, har Ásla Johannesen rann seg leysa í brotsteiginum og smekkaði bóltin upp í nettakið. Hetta var aðruferð, at Ásla var málskjútti á landsliðnum. Fyrra ferðin var fyri meiri enn fimm árum síðani, tá ið Føroyar 5. apríl í 2017 vunnu 5-1 í HM undankappingardysti á heimavølli ímóti Luksemburg. Í dag var Ásla Johannesen á landsliðnum fyri 39. ferð.

 

Í fyrra hálvleiki var tað ein annar av veteranunum, sum setti hol á. Heidi Sevdal, sum eigur dystarmetið og í dag var á landsliðnum fyri 71. ferð, var púra trygg, tá ið hon til vinstru frammanfyri málið og eftir innlegg var leys og setti bóltin í netið. Hetta var 23. landsliðsmálið hjá Heidi Sevdal.

 

Í seinna hálvleiki var tað leingi Lettland, sum trýsti føroyska liðið. Stóri trupulleikin hjá føroysku kvinnunum var, at tær so ofta vóru óneyvar, tá ið tær royndu at samanspæla í verju og fram á miðvøllin. Tá ið Lettland javnaði til 1-1, var verjuspælið ikki sannførandi. Tá ið Lettland legði seg á odda 2-1, var tað eftir horna úr høgru, út frá og fínt skot. Bólturin fór dygst inn við stólpanum uttan møguleika hjá Óluva Allansdóttir Joensen í málinum at bjarga. Hon var annars sera tryggur aftasti skansi og var eyðsýnd saman við eitt nú miðverjanum Biritu Ryan, Áslu Johannesen og miðvallaranum Jensu Tórolvsdóttir.

 

Innskifta Rúna Jacobsen javnaði til 2-2, tá ið hon varð spæld leys eitt sindur til høgru og sneiddi framvið málverjanum og setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta ferðin, at Rúna Jacobsen, sum í dag var á landsliðnum fyri fjórðu ferð, skoraði fyri Føroyar.

 

At Føroyar megnaðu at svara aftur eftir løtu, tá ið Lettland hevði verið omaná, bar nýggjan íblástur við sær. Tað gekk javnt á, og so var tað, at Ásla Johannesen við rimmar máli tryggjaði Føroyum 3-2 sigurin.

 

Føroyar skulu sunnudagin spæla finalu. Hvørjum tað verður ímóti verður avgjørt seinni í dag. Klokkan 17 føroyska tíð verður fyrsta bríksl millum Estland og Litava.

 

-

 

Føroyar – Lettland 3-2 (1-0)

 

Kvinnur Baltic Cup 

 

Hósdagin 6. oktober 2022 kl. 11.00 á Vöru stadion í Vöru í Estlandi

 

1-0: Heidi Sevdal 4.

 

1-1: Renate Fedotova 54.

 

1-2: Olga Sevcova 59.

 

2-2: Rúna Jacobsen 64.

 

3-2: Ásla Johannesen 86.

 

Dómararbólkur úr Estlandi: Juri Frischer, Sander Saga, Neeme Neemlaid og Stella Tukia (4. dómari)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Ása S. Carlsen (Olga Kristina Hansen, 80.), Birita Ryan, Sarita Mittfoss, Ásla Johannesen  – Mona Rasmusardóttir (Rúna Jacobsen, 46.), Jensa Tórolvsdóttir, Sanna Svarvadal, Heidi Sevdal – Lea Lisberg (Maria á Lakjuni, 72.), Tóra Mohr (Rebekka Fjallsá Benbakoura, 71.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valborg Østerø, Kára Djurhuus, Hervør Hansdóttir Olsen

 

Gult kort: Maria á Lakjuni

 

Venjari: Lene B. Terp

 

Heidi Sevdal leggur Føroyar á odda 1-0 Skíggjamynd: kvf.fo