Leygardagin kappast 13 ára gamli Askur Holm Magnason úr Havnar Fimleikafelag um Danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki.
Askur Holm Magnason kappast um DM fyri fimleikafelagið úr Greve í liðkapping fyri ungir juniorar.
Hann er fleirfaldaður føroyameistari í amboðsfimleiki í sínum aldursbólki, og fekk fyrr í ár eitt fimta pláss í Norðurlandameistarakappingini í lopi yvir hest.
Hann er føroyskur landsliðsfimleikari og hevur fyrr eisini vunnið suðurenskameistarheitið fyri lið umboðandi Torbay Olympic Gymnastics úr landslutinum Devon.
Kappingin verður leygardag seinnapart í Viborg.
Um tvær vikur skal Askur kappast um DM fyri einstaklingar eisini umboðandi Greve Gymnastik.










