Martin Berg frá planleggingardeildini hjá løgregluni hevur nógv um oyrini í hesum døgum.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður ein risastór uppgáva fyri løgregluna, ambulansufólk, sløkkiliðsfólk, samarittar og vaktarfólk annars. Tá spæla Føroyar og Týskland HM-undankappingardyst.
Martin Berg leggur dent á, at tað er av stórum týdningi, at føroysku áskoðararnir vísa góðan og siðiligan atburð. Hann undirstrikar, at tað er eisini av týdningi, at føroysku áskoðararnir ikki provokera týsku áskoðararnar. Loyvt er ikki at hava hvassar og vandamiklar lutir, so sum fløskur við á Tórsvøll. Martin Berg vónar eisini, at føroysku áskoðararnir møta í góðari tíð, so tað verður lættari fyri allar partar. Fólk sum koma í góðari tíð hava eisini eina trygd fyri, at tey sleppa inn í góðari tíð.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Martin Berg, løgreglumann.