Innleiðandi EM-bólkur A er mannaður við vertstjóðini, Týsklandi, Fraklandi, Sveis og Norðurmakedonia.
Dystirnir í bólki A vera spældir í Merkur Spiel-Arena leikvøllinum í Düsseldorf, ið vanliga er ein fótbóltsleikvøllur, men sum er sniðkaður til at vera ein hondbóltsleikvøllur til bólkaspælið.
Tá Týskland og Sveis spæla mikukvøldið klokkan 19.30 í Merkur Spiel-Arena vera tað nærum 53.000 áskoðarar til dystin, ið tá verður staðfest heimsmet.
Tað verður tó Lanxess Arena í Köln, ið verður leikvøllurin til hálvfinalurnar, finaluna og bronsudystin.
Lanxess Arena og Barclay´s Arena í Hamburg vera leikvøllirnir í millumumfarinum.
Føroyar eru í bólki D saman við Slovenia, Noregi og Pólandi. Dystirnir í bólki D vera spældir í Mercedes-Benz Arena í Berlin.