Volvo bussurin hjá Askham Bussum í Klaksvík er ein 50-persóna Carrus 8700, sum er uppbygdur í Finnlandi. Motorurin er ein 6 syl. við 420 hk. (Sami motorur fæst nú eisini við 460 hk)
Nógv verður gjørt burtur trygdini í nýggju bussunum. Hesin hevur t.d. skivubremsur framman og aftan, bakkikamera , ESP stabilitetsprogramm, og trygdarbeltir við øll setrini, har nøkur eru 3-punkts. Bussurin hevur eisini DVD-anlegg og tveir sjónvarpskíggjar.
Hetta er fyrsti bussur sum er komin við framkomna I-shift girkassanum, sum er ein fullautomatiskur mekaniskur girkassi. Fyrimunurin við hesum girkassanum er, at hann skiftir bleytt og kann stillast til at vera sera økonomiskur. I-shift girkassin er annars í fleiri lastbilum og tangabilum í Føroyum.
Askham Bussar røkja rutur hjá Bygdaleiðum í Norðoyggjum.