Torgið í SMS verður í vikuskiftinum karmur um stórt hjálpartiltak til frama fyri gentur og kvinnur, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi. Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. oktober verður skipað fyri asiatiskum marknaði á Torginum í SMS, har møguleiki verður at keypa turrikløð, taskur, buksur, kryddurtir og mangt annað, sum er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin fer til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi.
Umframt møguleikan at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri, og harvið stuðla hjálpararbeiði millum kvinnur í Kambodja og Tailandi, verður møguleiki at hoyra tónar við Eyðgunn og Jákupetur (Eyðun Johannessen, Gunnar Justinussen, Petur Háberg Jacobsen og Jákup Zachariassen). Somuleiðis seta Petur Háberg og Sølvu Ford eisini sín dám á, tá tey framføra. Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum byrjar kl. 10 fríggjamorgunin og heldur fram til leygardagin kl. 16.