TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Ása Dam, sum gjørdist toppskjútti hjá KÍF við seks málum, tá KÍF á heimavølli í Kollafirði vann 23-21 (10-11) á H71 í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.
Ási staðfestir, at tað gekk eftir bókini hjá KÍF. Teir í KÍF vóru væl við, men vóru aftanfyri við einum ella tveimum málum, men seinastu 10 minuttirnar settu teir tingini uppá pláss.
Persónliga er Ási eisini glaður fyri, at skotini hjá honum sótu betur í kvøld, tí tað hevur haltað hjá honum higartil. Hann og liðfelagarnir fara við góðum treysti til Hoyvíkar at spæla seinnu hálvfinaluna sunnudagin klokkan 17.