Ashley Young til Manchester United

Manchester United heldur afram tað styrkja liðið til komandi kappingarár. Í gjár skrivaðu enskir miðlar, at Ashley Young hevur verið til læknakanning hjá ensku meistarunum.

 

Í longri tíð hevur Ashley Young verið at veg úr Aston Villa, har hann hevur spælt í fýra og eitt hálvt ár, síðani hann var keyptur úr Watford. Hann hevur bara eitt ár eftir at sáttmálanum og tí má Aston Villa selja nú, um teir skulu hava nakað fyri hann.

 

Nýggjur venjari hjá Aston Villa er Alex McLeish og hann hevur sagt við talkSPORT, at tað er sannlíkt at 25-ára gamli vongurin fer úr felagnum. Manchester United hevur keypt Phil Jones frá Blackburn, men tað er ikki endaliga staðfest um teir hava keypt David De Gea frá Atletico Madrid ella ikki.

 

Prísurin fyri Ashley Young er áleið 150 milliónir, sambært BBC.