Ashley sleppur snikkaleysur

Verjuspælarin, sum meddaði ein bólt í høvdið á Robin Van Persie eftir at dómarin hevði steðgað spælinum, fær onga eftirfylgjandi revsing. Heldur ikki Sir Alex Ferguson fær nakað revsing fyri óðu orðini eftir dystin.

 

Tað er Dailymail, sum sigur seg hava fingið at vita frá enska fótbóltssambandinum, at einki meira verður gjørt við hendingina. Hetta tí dómarin sá tilburðin og sektaði Swansea spælaran, Ashley Williams, við gulum korti.

 

Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, var í øðini eftir dystin. Hann metti, at Ashley Williams gjørdi tað vil vilja og kundi dripið Robin Van Persie. Sir Alex forlangaði eisini langt leikbann til verjuspælaran. Hann var somuleiðis í øðini um útjavnandi málið hjá Swansea, sum hann ikki metti var í ordan, tí hansara menn áttu fríspark í uppspælinum.

 

Dailymail skrivar somuleiðis, at enska fótbóltssambandið sannlíkt ikki ger nakað við viðmerkingarnar hjá tí 70 ára gamla venjaranum.

 

Tað var í dystinum millum Swansea og Manchester United í gjár, at Ashley Williams smekkaði bóltin í høvdið á Robin Van Persie, sum lá á vøllinum. Dómarin hevði steðgað dystinum, tá verjuspælarin skjeyt bóltin.

 

Ashley Williams sigur, at hann skilur væl, at Robin Van Persie bleiv óður, men at hann bara royndi at sparka bóltin vekk.

 

Fyrrverandi Premier League dómarin, Graham Poll, sigur við blaðið, at um dómarin metir Ashley Williams skjóta bóltin í høvdið á mótstøumanninum við vilja, so kann tað geva reytt kort.