Ashley Cole bleiv illa skaddur í dystinum í gjár móti Everton. Chelsea sigur í dag, at teir vanta at Cole fær torført við at koma fyri seg áðrenn Premier League kappingin endar í mai.
Hjá Chelsea verður tað helst russiski Yuri Zhirkov, ið tekur yvir á vinstra bakkinum.
Enska landsliðið kann hinvegin fáa torført við at finna eina góða loysn. Wayne Bridge, ið hevur verið fastur partur av enska landsliðshópinum, sigst ongan hug hava at spæla saman við fyrrverandi liðfelagnum John Terry aftur.
John Terry bleiv herfyri avsettur sum liðskipari hjá enksa landsliðnum, tá tað kom fram, at hann millum annað hevði verið dekan ov góður við damuna hjá Wayne Bridge.