Chelsea-spælarin, Ashley Cole bleiv tíðliga í morgun handtikin frammanfyri einum náttarklubba, sum nevnist ?Collection? í býarpartinum South Kensington í London.
Tann enski landsliðsspælarin hevði eina stóra kenning, tá hann uttanfyri hølini fornermaði nøkur løgreglufólk. Og tá hann ikki gavst við at banna eftir teimum, handtók løgreglan Ashley Cole, og koyrdi hann í geglið at sova rúsin út.
Tríggjar tímar seinni slapp Ashley Cole leysur. Hann fekk eina bót uppá 80 bretsk pund - umleið 670 krónur.
Ashley Cole, som forvinnur 82.000 pund (umleið 686.000 krónur) um vikuna, rindaði bótina á staðnum.










