Ashcroft kann ákærast

Í USA hevur ein dómstólur gjørt av, at fyrrverandi løgmálaráðharrin John Ashcroft kann stevnast fyri rættin fyri ólógliga handtøku. Málið snýr seg um, at løgreglan handtók Abdullah al-Kidd í 2003 og hevði hann sitandi í varðhaldi í 16 dagar, tí løgreglan helt, at hann visti okkurt um yvirgangsvirksemi.

Dómstólurin sigur, at løgreglan hevði ikki heimild til at hava mannin so leingi í varðhaldi uttan at ákæra hann.

John Ashcroft, sum var løgmálaráðharri í 2003, bað dómstólin vísa málinum burtur, men tað vildi dómstólurin ikki. Spurningurin er nú bara, um fyrrverandi løgmálaráðharrin verður stevndur.