Asger lætnaður 45 kilo

– Tá eg sá kiloini fara av mær, byrjaði tað at blíva stuttligt. Tá bleiv tað ein sportur og eg fór all-in, sigur 29 ára gamli Asger Karinarson, sum tey síðstu tvey og eitt hálvt árini er lætnaður 45 kilo

Á vári 2018 var 29 ára gamli Asger úr Hvalba í USA og ferðast saman við vinfólki. Asger, ið bert er 170 sentimetrar høgur vigaði tá 130 kilo.

Tann ferðin varð sermerkt, tí tað var tá, at Asger fekk ein vátan vøtt í andlitið, tá hann í góðveðrinum í Kalifornia fór inn í ein klædnahandil at keypa sær eitt par av shorts.

– Eg fór inn at keypa mær shorts, og eg fór út aftur úr handlinum við einum í stødd XXXL. Tá var eg um at gráta, sigur litfagri og karismatiski Asger Karinarson.

Restina av feriuni kendi hann seg illa til passar og føldi seg trykkri enn hini.

 – Av somu orsøk havi eg ongar myndir av mær sjálvum frá ferðini. Eg havi goymt meg handan mydatólið og tikið myndir av hinum, sigur hann vonbrotin.

##med2##

– 14 dagar seinni, tá eg var aftur í Føroyum - stóð eg í venjingarmiðstøðini Burn og var byrjaður at venja, sigur hann.

Og í dag, tvey og eitt hálvt á seinni, sigur vektin 85 kilo, tá Asger traðkar á hana. Tað eru 45 kilo minni enn, tá hann byrjaði at venja.

Tá Asger fyrstu ferð fór oman í venjingarmiðstøðina, visti hann als ikki, hvat hann skuldi gera – hvørki við rørslu ella kosti.

##med3##

– Teir fyrstu tveir mánaðarnar var eg á krossarinum í tveir tímar hvønn dag. Eg bardi meg ígjøgnum tað. Fyrsta mánaðin fóru 10 kilo av, sigur hann ágrýtin.

– Tá eg sá kiloini fara av mær, byrjaði tað at blíva stuttligt. Tá bleiv tað ein sportur og eg fór all-in, sigur hann spentur. 

Les alla samrøðuna við Asger Karinarson í Vikuskiftis Sosialinum, so er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her