Asger Jensby skal í fongsul

Fyrrverandi nevndarformaðurin í IT Factory, har Stein Bagger var stjóri, Asger Jensby, skal handan rimar fyri skattasvik, skrivar Børsen. Rætturin í Lyngby dømdi í dag 62 ára gamla Asger Jensby 40 dagar fongsul og eina bót á meiri enn eina millión krónur fyri skattasvik og ólóglig lán.

Dómsmansrætturin metti, at Asger Jensby, sum var stjóri í JMI Invest, sum var høvuðspartaeigari í IT Factory, við vilja hevði svikað í skatti fyri umleið 335.000 krónur.

»Maðurin varð eisini dømdur sekur í at hava brotið táverandi partabrævalóg við tað, at hann var ábyrgdarhavandi fyri, at tað partafelag, har hann var stjóri, í 2008 læt honum eitt ólógligt lán upp á 14.728.000 krónur«, skrivar rætturin í Lyngby

Ólógliga partabrævalánið, sum Asger Jensby gav sær sjálvum gjøgnum JMI Invest, var upprunaliga upp á 18 milliónir krónur, men varð skorið niður til 14,7 milliónir krónur vegna fyrning, skrivar Børsen.