Ásgeir Trausti tulkar Miley Cyrus

Ásgeir Trausti, ið taldist millum høvuðsnøvnini á G! í fjør, tók øll á bóli, tá hann her fyri vitjaði á hollendsku útvarpsstøðini VARA.

 

Ásgeir Trausti, ið taldist millum høvuðsnøvnini á G! í fjør, tók øll á bóli, tá hann her fyri vitjaði á hollendsku útvarpsstøðini VARA.

Sambært íslendska blaðnum Vísir, luttók Ásgeir í einari útvarpssending á Hollendsku útvarpsstøðini VARA. Her fekk hann bundnu uppgávuna at tulka eitt lag av hittlistanum hjá støðini, tá valdi hann at tulka sangin Wrecking Ball, ið Miley Cyrus gav út í fjør.

Hesin sangurin hevur skapt nógva øsing orsakað av at videolagið er somikið fúlt, og tí fyrrverandi barnastjørnan er nakin í tí. Men hóast hetta hava ummælarar víst á, at sjálvt lagið veruliga er gott, og saktans kundi staðið fyri seg sjálvt, uttan hálvfúlu myndirnar.

Hetta kemur eisini til sjóndar í sera vøkru útsetignini hjá Ásgeir Trausti, ið tit kunnu uppliva á hesari leinkjuni:

Hoyr og síggja Ásgeir Trausti spæla Wrecking Ball