Fyri nøkrum døgum síðani kom eldur í ein tangabil, sum stoytti saman við ein persónbil inni í Eidsvoll-tunlinum í Noregi. Hitin frá eldinum var so nógvur, at asfaltið á koyribreytini kókaði. Sambært bjargingarmonnunum kom eldur í asfaltið, og tað mesta dampaði burtur. Tá tað kølnaði aftur, var breytin so ósløtt, at myndugleikarnir høvdu ikki annað í at velja enn at skava tað, sum eftir var, omanav og at leggja nýtt asfalt á.