Asfaltering og ferðsluavmarkingar í J.C. Svabos gøtu 30. juni

Í sambandi við asfaltering verður eingin koyring loyvd frá og við rundkoyringini niðast á Velbastaðvegnum eftir J.C. Svabos gøtu inn til parkeringsplássini í Hornabø frá fríggjakvøldinum 30. juni kl. 18 til leygarmorgunin 1. juli kl. 6.

 

Meðan asfaltarbeiðið fer fram, koyra leiðirnar 1 og 2 frá kl. 18-23 eftir Velbastaðvegnum, Heygsvegnum, Landavegnum og J. Paturssonargøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

 

Hetta upplýsir Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.