Asfaltera í Sunda kommunu

Sunda kommuna hevur í dag undirskrivað sáttamála við Sp/f E.M. Asfalt um asfaltering av gongubreytum

Sunda kommuna hevur í dag undirskrivað sáttamála við Sp/f E.M. Asfalt um asfaltering av gongubreytum kring um í kommununi í summar. 

 

Arbeiðið byrjar fyrsta dagin. Byrjað verður í Haldarsvík, síðani verður farið til hinar bygdirnar sum í ár verða Langasandur, Norðskáli, Hvalvík og Streymnes.

 

Hósvík fekk asfalteraðar gongubreytir í fjør.

 

- Vit hava samtykt, at áðrenn valskeiðið endar, skulu allar gongubreytir verða endaliga gjørdar og asfalteraðar, sigur Sunda kommuna í dag.