Vegirnir í Vági hava verið sera vánaligir, men nú er  ætlanin at bøta uppá tað.
Á fundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at fara undir umfatandi asfaltering í ár, eftir at tað í nógv ár bara hevur verið ráð til at lappa, har ábøtur hava verið harðast tiltrongdar.
Í seinastuni er eisini umfatandi kaðalarbeiðið gjørt í Vági, so mestsum ígøgnum allan býin er  høvuðsvegurin uppgrivin og kaðalar hjá SEV og Føroya Tele niður lagdir niður í.
Tað arbeiðið er nú liðugt, so Býráðið heldur, at nú tað er klárt at asfaltera, er tað eisini neyðugt at  tað verður gjørt.
Upprunaliga hevur Býráðið sett eina millión av til asfaltering í ár, men    nýggjar metingar vísa, at arbeiðið fer at kosta nærri tveimum milliónum.
Ætlanin er at asfaltera allan Ovara Veg, umframt Niðara Veg frá vendiplássinum hjá Karl Olsen, vestur á Løghamar.
Samstundis er Landsverkfrøðingurin biðin um at koma suður at mála strikur í vegirnar.
Býráðið samtykti at fara undir arbeiðið og at taka kostnaðin til eftirtektar.
Ætlanin er at arbeiðið skal verða liðugt til Jóansøku, sum verður í Vági í ár. 
Seinni er ætlanin at asfaltera allar hinar vegirnar í Vági so við og við.









