Asfaltera fyri slakar 10 miljónir krónur

Tað er ikki smávegis av peningi, sum kommunurnar í Sandoynni seinastu tvey árini hava brúkt upp á asfalt.

Tað er ikki smávegis av peningi, sum kommunurnar í Sandoynni seinastu tvey árini hava brúkt upp á asfalt til kommunalu vegirnar kring um í bygdunum.

 

Men, hesin peningur er ikki brúktur til stuttleikar. Trong fíggjarlig kor gjøgnum fleiri ár er partvís atvoldin til, at nógvir vegir inni í bygdunum hava ligið í órøkt.

 

Sands kommuna kom niður um eina álíkning í skuld fyri eini tíð síðan, og seinni kom eisini Skopunar kommuna niður um eina álíkning.

 

Og nú gongur betri fíggjarliga í báðum teimum størstu kommununum í Sandoynni, eins og tær smærru kommunurnar eisini eru rímiliga væl fyri í mun til fólkatalið.

 

Tað var longu í fjør, at Skálavíkar kommuna syrgdi fyri, at kommunalu vegirnir vórðu asfaltteraðir, og her var tað EM Asfalt, sum gjørdi arbeiðið.

 

Tá kommunalu vegirnir vórðu asfaltteraðir í Skálavík, og fólk í bygdini fingu høvi at lata tún og parkeringspláss asfaltera, vóru tey fleiri, sum tóku av og rindaðu fyri hetta sjálvi.

 

Tilsamans asfaltteraði EM Asfalt fyri einar tvær miljónir krónur í Skálavík.

 

Í ár asfaltterar Sands kommuna fyri stívliga fýra miljónir krónur, og her er tað Landsverk, sum ger arbeiðið. Í Skopun asfaltera Kreton fyri umleið 2,5 miljónir krónur.

 

Samanlagt verður asfaltterað í Sandoynni í ár og í fjør fyri umleið tíggju miljónir krónur, tá mvg'ið er roknað uppí.