Asfalt verður í juni

Í juni í fjør var Asfalt á fyrsta sinni hildið í Tórsgøtu í Havn. Nú er greitt at aftur í ár fer føroyskur tónleikur at ljóma í Tórsgøtu

- Vit halda fast í sama konsepti, sum gongur uppá at gera føroyskan tónleik sjónligan og at fáa nýggjar bólkar fram, sigur Bogi Andreassen høvðuðsfyriskipari av tónleikatiltakinum Asfalt, ið verður hildið á øðrum sinni í døgunum 4.-9. juni.

Konseptið óbroytt
Í fjør gekk sambært Boga betur enn væntað og tí verður grundhugsjónin sum so ikki broytt, men tiltakið verður víðkað til eisini at umfata aðra list, umframt at tað í ár verður frá mánadegi til leygardag.
Bogi greiðir frá, at nøkur ivamál vóru, tá tey fóru undir tiltakið eitt nú var spurningur, um tað bar til at hava so nógvar konsertir innan fyri eitt so stutt tíðarskeið og um nóg nógvir góðir føroyskir bólkar vóru, men báðir hesir spurningar kundu tey eftir tiltakið svara játtandi.
Tað var eisini sera gleðiligt at uppliva hvussu væl fólk tók ímóti tiltakinum, sigur Bogi, ið hevur fingið góðar afturmeldingar frá bæði áskoðarum og frá luttakarum.
Bogi sigur, at nú tiltakið verður víðka í dagatali, verður eisini høvi at taka aðrar partar av miðbýnum við í verkætlanina, her kunnu t.d. vera framførslur og framsýningar í eitt nú samkomuhølum og á bókasavninum.

Einki tal sett á
Í fjør varð skjótt meldað út, at Asfalt ætlaði at húsa 70 føroyskum bólkum, og hóast endaliga talið gjørdist 64 m.a. orsakað av nøkrum avboðum og fyri at tíðarætlanin skuldi ganga upp, so metir Bogi at hetta málið var rokkið nøkurlundað. Hann vil tó ikki leggja seg fastan á nakað ávíst tal enn. Men viðgongur, at fleiri nøvn longu eru komin upp á pláss, og fleiri onnur hava víst tiltakinum áhuga.
- Vit fara í næstum at kunngera fyrstu nøvnini, sigur Bogi.
Hann vísir á, at enn er nógv pláss eftir á skránni, so tí ber til hjá bólkum at seta seg í samband við Asfalt.
- Vit vilja gjarna bjóða okkurt nýtt fram eisini, so nýggir bólkar eru vælkomnir at senda okkum demoir og tílíkt, sigur Bogi

16 skeinkiloyvir
Í mun til øll hini tónleikatiltøkini og festivalarnar valdi Asfalt ikki at skeinkja sterkt inni á økinum í fjør. Henda politikk ætla tey at halda fast í.
- Í grannalagnum kring Asfalt eru 16 skeinkiloyvir, og vit eru sannførd um, at tey, ið umsita hesi loyvi, duga nógv betur at taka sær av hesum enn vit, so tí fara vit ikki at leggja okkum út í kapping við tey.

Spæla fyri spælistað
Umframt at sjónliggera føroyskan tónleik er Asfalt eitt stuðulstiltak. Í fjør var avgjørt at yvirskotið skuldi fara í ein grunn, ið skuldi virka føroyskan tónleiki at frama. Í ár verður enn eitt stig tikið fyri at tryggja, at partur av inntøkuni verður settur av til vælgerandi endamál innan tónleikin. Í staðin fyri at teir bólkar, ið luttaka á Asfalt fáa samsýning fyri sína luttøku, verður ein ávís upphædd fyri hvønn bólkin sett á eina konto, ið skal brúkast føroyskum tónleiki at frama. M.a. til áhaldandi arbeiðið at skapa eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Bogi greiðir frá, at tá arbeitt verður við einum tiltakið sum Asfalt, so verður arbeitt við hjartanum og ikki orsakað av fíggjarligum áhugamálum, men á henda hátt verður peningur í øllum førum til føroyskan tónleik.

Somu høvuðsstuðlar
Aftur í ár eru Føroya Banki og Tórshavnar kommuna høvuðsstuðlar, bankin skrivaði í fjør trý ára avtalu við Asfalt. Fyri kommununa er Asfalt í trá við áhaldandi ætlanirnar um at gera Tórsgøtu til mentanargøtu.