Landsstýrismaðurin Henrik Old, heldur ikki, at tað er rætt, at útgerðin er seld uttan at hon er boðin út.
Landsstýrismaðurin undirstrikaði eisini, at hann ikki heldur tað er rætt, at ávísar fyritøkur fáa fyrimunir fram um onnur, tá ið tað snýr seg um almennar uppgávur. Henrik Old segði, at Landsverk hevur fingið meting gjørda av útgerðini, so prísurin helst er á rættari leið.
Jørgin Niclasen vildi hava at vita, hvussu stórar upphæddir talan er um, tí hesum hevur Landsverk noktað at upplýsa.
Heldur ikki Bill Justinussen helt, at sølan er farin rætt fram, tí reglurnar eru ikki fylgdar.
Jákup Mikkelsen helt ikki, at landsstýrismaðurin skuldi royn at spæla fríspæl í hesum máli, tí tað er hansara ábyrgd og Bárður Kass Nielsen vísti eisini á, at lóggávan á økinum er ikki fylgd. Hann vildi hava at vita um sølan kundi takast aftur, so útgerðin kann seljast eftir galdandi lóg.
Bárður á Steig Nielsen vildi vita um útgerðin skuldi gjaldast yvir fimm ár, tí er tað so, so er talan um leasing og so skal tað viðgerast á øðrum stað.
Henrik Old vísti á, at sami leistur er brúktur, tá ið ein privatur bygdi eini hús, til Almannastovuna at leeiga í 10 ár.
Hann helt at hetta er gjørt soleiðis, at asfalteringin gerst bíligari og at inntøkugevandi virksemi er heilt fyri seg.
Bárður á Steig Nielsen segði, at hetta verður goldið yvir fimm ár við fimm milljónum um ári. Í veruleikanum er talan um leasing og so skal tað bókførast á serligan hátt.
Heenrik Old, landsstýrismaður legði afturat, at í framtíðini er tað Landsverk, sum selir asfalt og aðrir so leggja út. Í løtuni eru tríggjar fyritøkur, sm leggja út og tær fara allar at fáa sama prís.
Eisini Jørgin Niclasen, Fólkaflokkurin, setti spurningar viðvíkjandi asfaltútgerð. Hann vildi eisini vita um kappingarráðið hevur góðkent avtaluna, tí nú er tað bert Landsverk, sum selir asfalt.
Til tað svaraði Henrik Old, landsstýrismaður, at hann hevði sagt við Landsverk, at tey máttu tryggja sær góðkenning frá Kappingarráðnum. Kappingarráðið hevur góðkent avtaluna og hevði onki at viðmerkja til málið.