Tónleikur
Asfalt hevur kunnger nú fimm nøvn afturat á skránna fyri tónleikatiltakið í Tórsgøtu. Her er harður treskimálmur, rokkur í strømmum kovboybuksum, kristin poppur og eitt kór. Við øðrum orðum Sic, Boys In A Band, Torkil Mørkøre, Gunnar G. Guttesen og Vox
Strammar kovboybuksir
Boys In a Band eru ein av best umtóktu bólkunum í løtuni. Teir siga seg spæla kovboyrokk, sum stutt sagt er ein blanding av aggandi gomlum bluestónleiki og spildurnýggjum rokki. Bólkurin er fullkomiliga elektriskur á palli, og øll vita, at tað er nyttuleyst at standa ímóti. Boys In A Band knúlva teg sum áhoyrari niður. Eftir AME framførsluna í Kagganum fyri kortum, vórðu teir bókaðir til ikki færri enn tríggjar festivalar niðri í summar, umframt stóran áhuga millum útlendsk plátufeløg. Teir eru somuleiðis vælumtóktir á 15 teim bestu, hava vunnið Planet Award fyri at vera besti nýggi bólkurin í fjør.
Vakur larmur
Síðan SIC gav fløguna "Pandemonium" út fyrr í ár, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummæli og eisini uttanfyri klettarnar hevur áhugin fyri SIC verið stórur. Avstralska alnet-útvarpsrásin Dark Cloud Radio hevur spælt SIC javnan. Við "Pandemonium" hevur Sic skrivað seg inn í føroyska tónleikasøgu. Tí eru SIC sjálvandi eisini millum høvuðsnøvnini á ársins Asfalt. Útgávan er framúrskarandi og brýtur upp úr nýggjum innan føroyskan tónleik. Sjangran er harðligur melodiskur treskimálmur, ella sum tey flestu vilja vera við: bara sera vakran larm
Fólkaligur rokkur
Torkil Mørkøre er best kendur frá vælumtóktu útgávu sínari, A Matter of Time. Tónleikurin, sum hann og vinir fara at framføra á Asfalt, er fyrst og fremst sprottin úr gleðiboðskapinum um Jesus Kristus. Tónleikastílurin er west coast-popprokkur, men fer hann eisini eitt sindur yvir í fólkaligan rokk. Við Torkili á palli vera Beddi Hansen, Leivur Vitalis og Mikkjal Hvannastein.
Framtíðin er avgerandi
Gunnar G. Guttesen hevur spælt og framleitt tónleik fyri mong ígjøgnum árini. Hann er fulltíðar tónleikari og framleiðari. Gunnar er fullkomiliga originalur. Hann peikar á, at tað er ikki so umráðandi, hvat hann hevur gjørt, men heldur, hvat ið hann fer at gera. Og tað gleða vit okkum sum vera man sjálvandi til at vera vitni til á ársins Asfalt. Við Gunnar á palli vera Kristoffur Mørkøre og Brandur Jacobsen. Torført er at siga, júst hvønn tónleikastíl Gunnar spælir, men er trygt at siga, at Gunnar kemur altíð við eini fjølbroyttari konsert.
Av bestu gospelkórum
Gospelkórið VOX hevur rót í Heimamissiónini. Tað telur sekstan sangarar pluss eitt sjeymans orkestur. Kórið hevur sungið saman í skjótt eitt áratíggju.VOX hevur m.a. sungið tvær konsertir saman við navnframu gospelsangarinnuni Ettu Cameron og eisini við heimskenda gospelsangaranum Jessy Dixon. Kórið er millum tey allarbestu føroysku.
Skráin tekur skap
Skráin telur nú 14 nøvn, hetta er tó bert eini 20% av teimum út við 60-70 nøvnunum, ið fara á pall í døgunum 8. og 9. juni. Umframt hesi fýra nøvnini eru frammanundan kunngjørd Budam, Martin Joensen og Hinir, Petur Pólsson, Side Effect, Lív Hansen, Proclaim, Martin í Grund, Rannvá Jacobsen og Nátt.










