Á Asfalt koyrir tað!

Asfalt hevur seinastu tíðina skipað fyri eini kapping á myspace síðu síni, um at finna eitt slagorð til tónleikatiltakið í Tórsgøtu.

Fleiri góð uppskot vórðu send inn, og í gjár vórðu tey trý bestu vald. Slagorðið ‘Á Asfalt koyrir tað!’ hjá Bjarna Dahl vann framman fyri 'Asfalt - tín vegur til tónleikin' hjá Gunn Reinert og 'Asfalt - 100% føroyskt' hjá Astrid Mohr. Øll tey trý fremstu í kappingni vóru úr Tórshavn. Til ber at síggja øll sloganini, ið komu inn á www.myspace.com/asfaltfo. Asfalt er í Tórsgøtu komandi vikuskiftið.