Asfalt
Leygarmorgunin umskapast Tórsgøta til eina veruliga barnagøtu. Tí klokkan 10 skipar Asfalt fyri stórum barnatiltaki í gøtuni við tónleiki, sangi og øðrum spennandi undirhaldi til børn og glaðar barnasálir.
Tað er Siri Hansen, ið hevur sett barnaskránna saman. Hon sigur, at børnini kunnu gleða seg til ein rættiliga spennandi og góðan dag. Og ætlanin er ikki bert at stimbra hoyrisansin. Tí umframt stuttligt undirhald, fáa øll børn eisini ballónir og annað gott at hugna sær við.
Við til barnatiltakið vera Meyla og Knøttur, Skansa Big Band, Látipípan, Leikapetti, Ævintýraferðin við Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam og Dánjali Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum, barnakórið Dropar, Poppkorn og Angela, sum vit kenna frá barnasendingunum í sjónvarpinum.
So nú er bara hjá børnunum at skunda sær at fáa mammu, babba, ommu ella abba at keypa sær eitt atgongumerki, áðrenn útselt verður.
Børn undir 13 ár hava ókeypis atgongd til barnatiltakið. Men tey skulu vera í fylgi við einum vaksnum.