Við hesum er talið á andlitum, ið Føroya deildin hjá Amnesty International hevur savnað inn, komið upp á 1000 myndir.
Amnesty International er í løtuni í ferð við átakið Control Arms, ið hevur til endamáls at fáa ein ST-sáttmála um altjóða vápnaeftirlit samtyktan. Í hesum sambandi fór Føroya deild felagsins í samstarv við Asfalt.
Control Arms átakið er øðrvísi enn onnur átøk, her vera andlitsmyndir savnaðar inn í staðin fyri undirskriftir. Ætlanin er, at í minsta lagi ein millión menniskju skulu vísa sítt andlit til frama fyri, at ST-sáttmálin verður samtyktur. 1500 av hesum andlitamyndum skulu koma úr Føroyum. Áður hevur Amnesty savnað myndir inn á konsert í Margarinfabrikkini og tá Norðoyartunnilin lat upp. Á asfalt fara umboð frá Amnesty at vera á staðnum og taka myndir.