Asbjørn Senior farin til fiskiskap

I dag stevndi Asbjørn Senior út eftir Vágsfirði.

I dag stevndi Asbjørn Senior út eftir Vágsfirði.

 

Hann hevur ligið við bryggju í Vági í eina tíð, men í dag sást Asbjørn Senior stevna av Vágsfirði og á fiskileið.

 

Alex N. Vilhelm, reiðari, sigur, at Asbjørn Senior skal fiska makrel í ES sjógvi og spurdur um loyvini hjá skipinum sigur hann, at skipið fiskar eftir vanligu loyvunum, sum skipið hevur fiskað av í nøkur ár.

 

 

Myndina tók Torkil Strøm.