Eftir meira enn 40 ár á skúlanum á Ziskatrøð hevur Asbjørn Lómaklett, sum hevur verið skúlastjóri á skúlanum síðan 1979, lagt frá sær. Í hesum sambandi var skipað fyri eini samkomu á skúlanum fríggjadagin 2. februar.
Á fráfaringarsamkomuni sungu og spældu fleiri av lærarunum. Hetta var við til at seta ein hugnaligan dám á løtuna. Tey vóru eisini fleiri, sum nýttu høvið at halda røðu fyri Asbjørn, nú hann gavst eftir ein langan arbeiðsdag, sum t.d. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri á skúlanum við Ósánna, Hanus Bærentsen helt røðu vegna lærararnar, Ella Heinesen, vegna skúlastýrið, Eigil Hentze, varaskúlastjóri, Ann Mari Joensen, sum er býráðsins umboð í skúlastýrinum, Gunnvá við Keldu, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, og borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Eisini segði dótturin Marjun Lómaklett nøkur orð.
Steinbjørn segði m.a. ”Tey fyrstu orðini og teir fyrstu eginleikarnir, sum runnu mær til hugs, tá eg frætti tíðindini um, at tú nú ætlaði at leggja frá tær, vóru hesi bæði: tryggleiki og loyalitetur.
Bæði sum borgari og ikki minst sum borgarstjóri havi eg veruliga kent meg tryggan við tær sum ovasta leiðara skúlans. Orðafellið, ”Eitt orð er eitt orð, og ein maður er ein maður”, hóskar eisini sera væl at seta sum eina av yvirskriftunum í lýsingini av tær sum persóni og leiðara.
Tú ert tjóðskaparmaður burturav, og sum slíkur hevur tú ein serligan alsk til móðurmál okkara. Fá munnu tey vera, ið kenna betur mállæru okkara, og eg sigi fyri meg, at tað gjøgnum árini hevur verið ein fragd at lisið tey skriv, sum eru komin av tínari hond”,
Steinbjørn nevndi eisini tann týdning, Asbjørn hevur havt fyri vinarbýarsamstarvið við aðrar býir í Norðurlondum í sambandi við seturskúlar.
Asbjørn fekk eisini tveir málningar sum ávikavist Sigga Petersen og Edward Fuglø hava málað.
Asbjørn er klaksvíkingur, føddur 18. november 1940. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1964. Frá 1964-70 var hann lærari í Klaksvík, á Húsum og Syðradali frá 1971-72, og síðan 1972 hevur hann verið lærari og skúlastjóri í Klaksvík.