Asbjørn Heinesen 60 ár

Í dag, 11. mars, fyllir Asbjørn Heinesen í Havn 60 ár. Asbjørn er ættaður úr Klaksvík, sonur Stinu í Ánunum og Martin Heinesen, kallaður Martin hjá Kornelius og seinasta barn, sum varð føtt á Skarði.
Asbjørn tók realprógv í Klaksvík í 1960 og fór so til skips við Esther, sum pápin førdi. Eitt hálvt ár seinni kom Pison hjá Seglhúsmonnunum til Klaksvíkar sum eitt av teimum mongu nýbygdu stállínuskipunum. Martin fekk Pison at føra, og Asbjørn fór við.
Eitt ár seinni fór hann sum deksdrongur við farmaskipinum Karini K hjá Kjølbro. Teir sigldu nógvar túrar niður í Miðalhavið við fiski og høvdu salt heimaftur við. Eisini vóru teir á hvørjum ári fleiri túrar í Grønlandi við og eftir útróðrarmonnum og bátum. Asbjørn var við Karini K í hálvtfjórða ár og var í næstan hvørjum landi í Evropa, sum siglast kundi til.
Karin K varð seld til Týsklands í 1965, og Asbjørn fór við Tjaldrinum. Hann var við tí, til tað varð selt til Chile í 1967.
Hann fór nú á Sjómansskúla í Havn, tók stýrimansprógv í 1969 og skipsføraraprógv í 1970. Síðani fór hann út at sigla sum yvirmaður við skipum hjá A.P. Møller. Hann legðist uppi í 1978 og tók við starvi sum havnarumsjónarmaður og loðsur í Havn, og tað starvið røkir hann enn.
Í 1967 giftist Asbjørn við Gertrud Berg úr Havn. Tey eiga fýra børn: Jógvan Martin 1967, Jákup Hans 1969, Elin 1971 og Rógvi 1973.
Asbjørn eigur ein beiggja, sum eitur Harry. Hann er giftur við Gunnleyg Rasmussen úr Klaksvík. Eisini tey búgva í Havn.