Asbjørn: 2600 tons í fimm tóvum

Tá svartkjafturin er landaður í Skagen, verður beinanvegin riggað til at fara á nebbasildaveiði í Norðsjónum.

 

 

Asbjørn, sum fleiri føroyingar sigla við, er í løtuni á veg heim aftur av túri við fullari last. Teir hava roynt  vestan fyri Hebridurnar, og veðrið hevur verið av tí fagrasta seinastu dagarnar.

Fiskiskapurin hevur verið góður, og nú teir eru á veg til Skagen at landa, hava teir 2600 tons av svartkjafti, sum teir fingu í fimm tóvum. Tá teir hava landað, verður beinanvegin riggað til at fiska nebbasild í Norðsjónum.

- Hetta er seinasti túrur á svartkaftaveiði hjá okkum í ár. Í stívliga tveir mánaðir hava vit fiskað góð 16.000 tons, sigur ein av manningini á Asbirna, sum In.fo í kvøld hevur havt samband við.