ASB heldur lív í vónini um veiting

- Líka so skjótt, sum olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin í føroysku undirgrundini, vita feløgini, hvar ASB er, og hvørjar tænastuveitingar vit kunnu bjóða, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base

FaroExpo

Eli Lassen, stjóri á ASB, Atlantic Supply Base, sum er oljuútgerðarhavnin í Saltangará, er eisini hesaferð við á FaroExpo.
Ein av uppgávunum hjá honum er at vísa oljufeløgum og øðrum, sum hava tilknýti til oljuvinnuna á, hvørjar møguleikar útgerðarhavnin og basin hjá ASB í Saltangará hevur.
Í aðrar mátar hevur Eli á FaroExpo havt høvi at hitta fleiri føroyskar veitarar, sum eru partur av hansara konsepti, tá leitiboringar fara fram á føroyska landgrunninum.

Liggja framvið
Nú olja er funnin so tætt uppat føroyska sjómarkinum, er tað ikki minst áhugavert hjá ASB at greiða teimum, sum eiga og leiða virksemið á hesum leiðum, frá lutfalsliga stutta teininum, sum er millum oljuútgerðarhavnina og nýggju oljuøkinum hinumegin markið.
Hóast tað eftirhondini eru nøkur ár, síðan fyrsti brunnurin varð funnin stutt hinumegin markið, hevur ikki eydnast ASB at koma upp í part við munandi veitingum til hesi øki.
Sjálvur væntar Eli ikki, at nakað munandi virksemi fer at spyrjast burtur úr føroyskum veitingarvirksemi, fyrr enn olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin í føroysku undirgrundini.
Hann sigur, at fyrispurningar kortini eru úr eitt nú Aberdeen, og tí ræður um hjá oljuútgerðarhavnini og ASB at vera úti um seg alla tíðina.
- Líka so skjótt, sum olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin í føroysku undirgrundini, vita feløgini, hvar ASB er, og hvørjar tænastuveitingar vit kunnu bjóða, sigur Eli.

Styttri sigling
Argumentini hjá ASB eru, at teinurin úr Saltangará og út á oljuøkini beint hinumegin markið er 97 fjórðingar, meðan teinurin av oljuøkjunum og til eitt nú Aberdeen er 240 fjórðingar.
- Aftrat hesum kemur, at umstøðurnar á bryggjuni í Saltangará eru nógv betri enn í Aberdeen, har bryggjan er smøl, og lítið pláss er uppi á landi. Útgerðin, sum kemur upp í Aberdeen og skal flytast út til oljuøkini, eitt nú rør og annað, verður goymd uttanfyri býin. Hetta krevur so eisini eykaflutning, sigur hann.

Góð ummæli
Eli Lassen hevur tó eina vón um, at ASB møguliga sleppur upp í part, tá teir fara at útbyggja feltið hinumegin markið.
- Ummælini, sum vit hava fingið frá teimum oljufeløgum, ið vit hava veitt tænastur til, meðan tey hava arbeitt í føroyskum øki, eru góð, og hesi feløg sleingja ikki bara hvat sum helst út í skrivum. Tey fegnast eisini um, at eingin vanlukka er hend í sambandi við okkara tænastu-og veitingarvirksemi. Oljufeløgini seta krøv; tey vilja hava greið boð, og tey góðtaka ikki hvat sum helst. Tey eru eisini ógvuliga umhvørvisfokusera, leggur hann aftrat.
Tað ger ikki kappingarstøðuna hjá ASB verri, at felagið er vorðið ISO 9000 góðkent.

Nýggj leitiboring
Nú italska oljufelagið ENI sum høvuðsfelag fer at bora undir Føroyum til várs, hevur ASB fingið veitingarsáttmálan um tænastuveitingar, meðan boringin fer fram.
Eli sigur, at ein partur av útgerðini til hesa boring langt síðan er komin til landið, men enn vanta eitt nú rør í ávísum støddum og annað til komandi virksemi.
- Enn vita vit ikki ítøkiliga, nær ENI fer at seta borin í, men sum vit hava skilt, verður tað einaferð til várs, sigur hann.
Vit fara at venda aftur til Eli Lassen og ASB, Atlantic Supply Base, í aðrari grein teir næstu dagarnar.