Arvanes liggur nú á Vági

Sunnukvøldið kom farmaskipið, sum Faroe Faming fer at nýta sum fóðurflaka, á Vág.

Sunnukvøldið kom farmaskipið, sum Faroe Faming fer at nýta sum fóðurflaka, á Vág.

 

Arvanes er 800 tons stórur fóðurflaki, og er hetta triði av sínum slag í Føroyum.

 

Skipið, sum nú er fóðurflaki við navninum Arvanes. er upprunaliga farmaskip, sum er bygt í 1986. Sosialurin mikudagin veit at siga, at ein fyrimunur við farmaskipum sum flakar er, at tey eru sera sterkt bygd og úr góðum stáli.

 

Myndir: D. Olsen