Nú er tað ein mánaði síðani, at Skála flutti uppaftur úr 3. og í 2. deild, har teir ikki hava verið síðani 1993. Teir fingu steyp og gullkrónur í Gundadali leygardagin, og so er stóri spurningurin, hvussu teir fara at standa seg í 2. deild komandi ár.
Svarið á henda spurningin er í hvussu so er treytað av tveimum viðurskiftum. Annað er, hvørjir fara at spæla við, og hitt er, hvør verður venjari.
Tað er greitt, at Artur Johansen á Strondum, sum hevur havt ábyrgdina í ár, eisini komandi ár verður venjari, og venjarin roknar við, at teir, sum hava verið við til at vunnið 3. deild, eisini fara at spæla komandi ár.
? Men í hesum tíðum kennir tú teg ongantíð tryggan. Síðani summarsteðgin er tað ikki so sjáldan komið fyri, at onkur ella onkrir venjarar ella onnur umboð fyri liðini í 1. deild hava verið og hugt at, tá vit hava spælt, og so ber til at ímynda sær, hví teir gera tað, staðfestir Artur Johansen.
Sjálvur er hann av álvara farin undir fyrireikingarnar til hondbóltsárið, sum stendur fyri framman, og umleið ein helvt av teimum, sum hava verið á liðnum hjá Skála í 3. deild, spæla nú við StÍF.
Møguleikin er har
Tá vit spyrja Artur Johansen um, hvussu hann heldur møguleikarnar vera hjá Skála at standa seg í 2. deild, er hann ikki so svartskygdur:
? Tað átti at borið væl til hjá liðnum at hildið seg omanfyri niðurflytingar strikuna, men so skulu vit gera meiri við tað, enn vit hava gjørt í ár. Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna, men vit hava ikki gjørt so nógv við fysiska venjing. Tað mugu vit gera meiri við komandi ár.
Tú heldur, at fólkið er nóg gott?
? Evnini eru nóg góð, tað ivist eg onga løtu í. Spælararnir eru ungir ? miðalaldurin er niðanfyri 20 ár ? og tískil eiga teir at styrkna og mennast ikki so lítið í eitt ár. Hondbóltsárið verður ikki liðugt fyrrenn um mánaðarskiftið mars og apríl, og tað vil siga, at tað verður strevið, tí tað fer ongantíð at slitna sundur, men so leingi sum dreingirnir eru ungir og leysir, so eigur tað at bera til, heldur Artur Johansen, venjarin hjá Skála.