Skattainntøkurnar í Sjóvar kommunu eru higartil í ár lutfalsliga øktar væl meiri, enn tær eru í øllum hinum kommununum í Eysturoy.
Trý tey fyrstu fjórðingsárini í ár er vøksturin í Sjóvar kommunu sammett við í fjør 10,06 prosent. Næststørsti vøksturin í Eysturoy er í Sunda kommunu, har vøksturin er 4,89 prosent.
Vøksturin í Sjóvar kommunu er higartil í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør 2.464.677 krónur. Í fjør var inntøkan fyrstu níggju mánaðirnar 24.493.927 krónur. Í ár er hon 26.958.604 krónur.
Í Sunda kommunu er vøksturin 4,89 prosent, sum svarar til 2.276.086 krónur
Í Eiðis kommunu er vøksturin 3,52 prosent ella 567.771 krónur.
Í Nes kommunu er vøksturin 3,0 prosent ella 976.365 krónur.
Í Fuglafjarðar kommunu er vøksturin 1,28 prosent ella 593.193 krónur.
Í Runavíkar kommunu er vøksturin 1,02 prosent ella 1.144.115 krónur.
Í Eysturkommunu er vøksturin 0,37 prosent ella 222.126 krónur.
Felags fyri kommunurnar í Eysturoy er, at skattainntøkan í september í ár var lægri, enn hon var í september í fjør. Undantakið er Sunda kommuna, har talan í september var um vøkstur upp á 3,88 prosent.
Afturgongdin í Sjóvar kommunu var í september -3,56 prosent.
Í Nes kommunu var hon -7,94 prosent.
Í Runavíkar kommunu var hon -6,17 prosent.
Í Eiðis kommunu var afturgongdin í september -5,80 prosent. ´
Í Fuglafjarðar kommunu var hon -3,97 prosent.
Og í Eysturkommunu var afturgongdin í steptember í ár sammett við september í fjør-3,25 prosent.










