Articon átti lægsta boð upp á fimta byggistig av Glyvursvegi á Argjum og fekk arbeiðið Arbeiðið, sum Articon skal gera fyri 24 mió. krónur, er vegastrekkið frá Reynsgøtu, omanvert samkomuhúsið Hebron, og út móti har, sum nýggja útstykkingin hjá Valbjørn Dalsgarð byrjar.
Atlit eru tikin at umhvørvinum í samband við hetta vegastrekkið. Strekkið liggur í rímiliga brøttum lendi, og benið verður rættiliga høgt bæði oman og niðan fyri vegin. Tí er peningur settur av til at fríðka um vegjaðaran báðu megin, við eitt nú at planta á økið. Umframt fer plantingin at virka sum vernd hjá grannunum bæði móti larmi frá ferðsluni og móti dálking av dusti, runu o.ø., skrivar kommunan á heimasíðuni.
Hugsað er um umhvørvið. Eitt nú verður alt frárensl frá vegnum veitt í reinsibrunnar, soleiðis at tað, sum rennur frá, einans er reint vatn. Øll dálkandi evni verða savnað í brunnar og tikin upp aftur haðani.
Trygdina er eisini hugsað um. Gongubreyt verður løgd í tunli undir vegnum, eins og súkklubreyt verður gjørd.