Articon stovnar nýtt felag

Harumframt eru fleiri nevndarbroytingar skrásettar

Trý nýggj íverksetarafeløg og eitt nýtt smápartafelag settu dám á vinnuskránna í farnu viku.

 

Eitt av nýggju feløgunum er eitt fastognarfelag, sum Articon hevur stovnað. Felagið eitur sp/f Búðir. Stovnari er Articon Holding og stjórar eru Niclas Joensen og Jón Sigurdsson. 

 

Hini nýggju feløgini eita ÍVF Meyra og Fílur, ÍVF JSC og ÍVF OH Service.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.