Havnagerð
Tað verður byggifelagið Articon, sum skal gera samferðsluhavnina í Trongisvági.
Tað varð greitt mánadagin, tá ið sáttmáli varð gjørdur ímillum Landsverkfrøðingin og Articon um at gera samferðsluhavnina.
Tá ið tilboðini vórðu latin upp 18. juni, hevði Articon lægsta boðið á góðar 51 milliónir.
Síðani hevur Landsverkfrøðingurin kannað øll tilboðini nærri. Eitt nú høvdu tey, sum bjóðaðu ymisk fyrivarni og eitt endamál við kanningunum var at vita, hvat øll hesi fyrivarnini merktu í krónum og oyrum fyri byggingina.
Men tá ið avtornaði og øll fyrivarni vórðu gjørd upp, hevði Articon framvegis lægsta tilboðið, og síðani hava samráðingar verið við felagið um ein endaligan sáttmála og hann var undirskrivaður mánadagin.
Tilsamans er samferðsluhavnin mett at 60 milliónir, tá ið alt er talt við, bæði byggileiðsla, eftirlit og atkomumøguleikar hjá ferðafólki til gongu, boðaði Landsverkfrøðingurin frá í gjáramorgunin.










