Articon skal byggibúgva vindmyllulundina hjá SEV

Articon fer í næstum at gera jørðarbeiði og vegir til vindmyllurnar í Húsahaga, har Articon átti lægsta tilboðið.

Articon fer í næstum at gera jørðarbeiði og vegir til vindmyllurnar í Húsahaga, har Articon átti lægsta tilboðið.

 

Tað skrivar SEV á heimasíðuni:

 

– Nú er klárt at fara í gongd við jørðarbeiði og vegir til vinmyllulundina í Húsahaga. SEV og Articon, ið hevði lægsta tilboðið, hava skrivað undir sáttmála upp á arbeiðið, sum Articon ger fyri 10 milliónir krónur. Tilsamans fimm tilboð komu inn.

 

Arbeiðið at byggibúgva økið fer í gongd fyrsta dagin, og tað skal verða liðugt fyrst í mai næsta ár, tá ið tær 13 vindmyllurnar verða settar upp.

 

SEV skrivaði 30. september sáttmála við týsku fyritøkuna, ENERCON, um at framleiða og seta upp vindmyllurnar í Húsahaga fyri umleið 85 milliónir krónur.

 

Myllurnar verða fluttar til Føroya um hálvan apríl næsta ár, og fyrst í mai byrjar arbeiðið at seta myllurnar upp. Hetta arbeiðið varir væntandi tveir mánaðir. Síðani verða tær royndarkoyrdar og tiknar í nýtslu næsta heyst.

 

Vindorkan á føroyska elkervinum verður næstan trífaldað, tá ið vindmyllulundin í Húsahaga er liðug. Vindorkan er í dag 10 prosent av elframleiðsluni tilsamans um árið, og við nýggju vindmyllulundini økist vindorkan upp í 26 prosent. SEV fær umleið 35 prosent av árligu elframleiðsluni burtur úr vatni, og tá ið vindorkan fer at telja 26 prosent, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni.

 

Vindmyllurnar í Húsahaga verða av sama slagi sum vindmyllurnar, ið SEV setti í rakstur í Neshaga í november í fjør.