Articon hevði lægsta tilboðið upp á jørðarbeiðið í sambandi við ítróttarhøllina á Sand Tað varð greitt, tá ið tilboðini vórðu latin upp á Landsverki í gjár.
Sjálvur metti Landsverk, at arbeiðið kundi gerast fyri 1,4 millión, men Articon var væl bíligari enn tað, tí tey bjóðaðu sær at gera tað fyri slakar 974.000 krónur.
Annars komu 14 tilboð inn og tað dýrasta ljóðaði upp á meiri enn tvær ferðir so nógv, ella heilar 2,2 milliónir og tað var frá Plan v/Jóhannis Hellisdal.
Næstlægsta tilboðið átti Valbjørn Dalsgarð, sum kann gera tað fyri 991.000 krónur, men so fóru 12 tilboð upp um milliónina og tað eina fór upp um tvær milliónir.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.
Hini tilboðini, sum komu inn, vóru:
Sp/f JHR-Entreprenørar:1.168.550 kr.
Sp/f K.J.O. Entreprenørar: 1.193.700 kr.
Falkon Entreprenørar: 1.308.306 kr.
Sp/f Oscar Poulsen: 1.375.110 kr.
P/F Hansen & Jakobsen: 1.377.415 kr.
Sp/f Norðhús: 1.399.800 kr.
Sp/f Hamragrevstur, c/o Poul Adrian í Homrum: 1.530.920 kr.
P/F MT Højgaard Føroyar: 1.612.990 kr.
P/F J&K Petersen: 1.665.890 kr.
Sp/f Finnleif Fagradal: 1.854.550 kr.
Sp/f Klettar: 1.857.400 kr.