Sands kommuna er farin at bryngja seg til framtíðina, og í morgun var lisitatión á kommunuskrivsstovuni í samband við útstykking á Vatnsryggi á Sandi.
Henda útstykking fevnir um 13 grundstykkir við atkomu og øllum veitingum.
- Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, og vóru tað J & K Petersen og Articon sum bjóðaðu. Frammanundan høvdu vit mett, at arbeiðið kundi gerast fyri 4.246.000 krónur umframt mvg.
Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu vita tey í dag at siga, at boðið hjá J & K Petersen var upp á 6.995.000 krónur umframt mvg, og boðið hjá Articon var upp á 3.852.000 krónur umframt mvg.
Mett verður, at tað fer at taka umleið eitt hálvt ár at gera arbeiðið liðugt.
- Vit eru farin í holt við at eftirkanna tilboðini, og miðað verður eftir, at bygdarráðið tekur avgerð í málinum í mars, siga tey í Sands kommunu.