Articon hevði avlop í fjør

Hóast lítið útboð og kappingin alsamt harðnar, megnaði føroyska felagið í byggi- og anleggsvinnuni, P/F Articon, at hava nakrar milliónir í avlopi í fjør.

Tað skrivar Buisness Line.

Felagið hevði eitt bruttoavlop upp á 50,6 milliónir krónur í 2010. Bruttoavlopið var 55,2 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið áðrenn skatt var slakar fýra milliónir krónur, sammett við áleið sjey milliónir krónur í 2009.

Eginognin við árslok 2010 var slakar 40 milliónir krónur.

P/F Articon sigur í síni ársfrágreiðing, at niðurgongdin í verkseminum steðgaði í 2010. Árið var merkt av lítlum útboði og harðarði kapping við fallandi prísum. Tað sæst aftur í bruttoavlopinum, boðar felagið frá.