Byggifelagið Articon ger arbeiðið í Dýrindalsgøtu í Hoyvík umaftur fyri egna rokning Talan var um ósketni, tá jørð-, kloakk- og betongarbeiðið til 42 randarhús í Hoyvíkshaganum varð gjørt. Tað hevur ein óheft frágreiðing hjá sýnsmetingarfólki staðfest.
Arbeiðið varð so mikið illa gjørt, at alt gólvið nú verður tikið uppaftur, og gjørt av nýggjum, sigur Útvarpið.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt semju við Articon, sum gjørdi arbeiðið, og eftir henni skal byggifelagið gera arbeiðið umaftur fyri egna rokning, soleiðis at kommunan fær gólvini handað, sum ásett í metingarfrágreiðingini.










