Tað letur til, at byggingin av farstøð og tænastubygningum og øðrum á flogvøllinum í Vágum verður væl dýrari, enn tað frammanundan varð roknað við.
Í dag hevur lisitaitón verið. Frammanundan varð mett, at arbeiðstøkan fór at kosta 102 milliónir krónur. Lægsta boðið í dag var 125,64 milliónir krónur. Tað vil siga, at kostnaðurin verður meiri enn 22 milliónir dýrari, enn tað var roknað við. Hetta svarar til, at kostnaðurin verður 23,1 prosent hægri, enn tað hevur verið roknað við.
Fimm undangóðkendar fyrirøkur fingu møguleikan at bjóða upp á høvuðsarbeiðstøkuna, og tað var Articon, sum átti lægsta boðið. Ùrslitini vóru hesi:
Articon Kr. 125.640.096,00
Búsetur Kr. 157.751.306,00
E. Phil & Søn Føroyar Kr. 160.895.014,00
J&K Petersen Kr. 153.328.694,00
TG-Verk Kr. 142.791.695,02
Metingin av arbeiðstøkuni var: Kr. 102.000.000,00
Vága Floghavn fer komandi tíðina saman við ráðgevunum at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini so farast kann undir samráðingar um arbeiðstøkusáttmála. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss, verður upplýst á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.