Artania á Havnina í morgun

Ferðamannaskipið er millum tey seinastu, ið vitja Havnina í ár.

Havnarfólk vaknaðu í morgun til, at enn eitt ferðamannaskip lá við bryggju í Havn.
Ikki kann sigast annað enn at hetta er vorðin ein vanlig sjón, tí talan er um ferðamannaskip nummar 61, ið vitjar Havnina í summar.


Hesaferð er talan um ferðamannaskipið Artania, ið kom á Havnina klokkan sjey í morgun og liggur við bryggju til klokkan 13.


MV Artania er eitt av teimum eldru ferðamannaskipunum. Skipið varð bygt í Helsinki 18. februar 1984 og varð doypt í Southampton 15. november 1984, tá Diana, prinsessa, gav skipinum navnið Royal Princess.


Í 2005 skifti skipið navn til Artania og er tað eitt týskt ferðamannafelag, ið eigur skipið.


Skipið hevur heimstað í Bermuda, er 32 metrar breitt og 230 metrar langt. Pláss er 1260 ferðafólkum og 537 starvsfólkum.


At summarið er fari afturum sæst eisini aftur í, at talið av ferðamannaskipum fækkast. Tórshavnar Havn hevur einans tvey skip aftrat fyri restina av 2015. Tað eina kemur 11. september, meðan síðsta ferðamannaskipið í ár vitjar Havnina 1. oktober.