Tórshavnar býráð hevur leingi havt ynski um at gera eina listarliga heild fyri økið fram við Áarvegnum, oman fyri Áarstovu.
Tað kom tí væl við, tá ið Beinta Háberg Jacobsen kom við tilboðnum um at geva býnum eina standmynd at seta upp á økinum.
Eyðun Eliasen, arkitektur varð settur á uppgávuna, og nú er komið so væl ætlanini, at hon verður avdúkað klokkan ellivu mikudagin í næstu viku.
Standmyndina gjørdi Janus Kamban í 1984, og hon er av áarstovubrøðrunum, sum smádreingir. Standmyndin fer at standa, har upprunaliga Áarstova stóð, og har Hans Andreas Djurhuus vuksu upp.
Sjálv standmyndin, sum ikki er stór, sett á ein av trimum stabbum, sum settir verða upp nú.
Á einum øðrum stabba verður sett ein glaspláta við grafikki við konturunum av teimum báðum brøðrunum í mansstødd.
Á plátuni verður eisini kunning um menninar.
Torgið hevur fingið navnið Áartún.
Tá ið túnið við standmynd verður avdúkað, verða fleiri røður hildnar, og har verður sangur og tónleikur.