Fríggjadagin kl. 14 letur Art Gallaríið í Stephanssonshúsi upp fyri fyrstu ferð. Tað er Ingvør Nolsøe, sum eigur Art Gallríið og hon hevur fingið Eivind í Gongini heim úr India at sýna fram.
Til framsýningina hevur Eivindur valt lítlar, einfaldar grafiskar myndir, soleiðis at tær ikki taka ov nógv frá teimum snotiligu hølunum, sum verða nýtt til endamáli.
– Talan er um grafiskar myndir hjá mær gjøgnum tíggju ár, sigur Eivindur í Gongini. Hesar eru av gomlum húsum í Havn og føroyskum blómum. Og av tí, at talan er um tvey ymisk motiv, hava Eivindur í Gongini og Ingvør Nolsøe valt at kalla framsýningina »Duplex«.
– Ætlanin við hesum er at skapa eitt lítið andahol, har alt sum rørir seg á mentanarliga pallinum kann sleppa framat, sigur Ingvør Nolsøe, sum við hesum ætlar at fáa lív aftur í øki við Kongabrúnna.