Ársins videoløg almannakunngjørd

FMA: Fyri lítlari løtu síðani kunngjørdi FMA nevndin hvørji videoløg eru tilnevnd sum Ársins videoløg.

 

FMA: Fyri lítlari løtu síðani kunngjørdi FMA nevndin hvørji videoløg eru tilnevnd sum Ársins videoløg. 

FMA nærkast í hvørjum, og um bert góðar tríggjar dagar skulu vinnararnir av teimum ymsu virðislønunum almannakunngerast í Norðurlandahúsinum. 

Fyri løtu síðani varð greitt hvørji videoløg frá 2014 eru í uppskotið um at vinna heiðurin sum Ársins Videolag fyri árið 2014. 

Tey eru: 

 

Eivør - Rain

Byrta - Í tínum eygum

Brynjolfur - The save

Týr - The lay of our love

Guðrun&Bartal - Tilvitskuleinkjur

 

Sí meira um tey tilnevndu á Facebooksíðuni hjá FMA - Faroese Music Awards.