Ársins venjaratoymi úr Havnar Fimleikafelag

Heiðurin sum Ársins venjaratoymi á mannfólkasíðuni og Ársins heiður endaðu bæði í Havnar Fimleikafelag.

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.

Fimleikagalla var í Bylgjuni í Runavík í gjárkvøldið, og her vórðu fleiri fimleikarar heiðraðir.

 

In.fo fylgdi gongdini og kunngjørdi longu í gjárkvøldið fleiri av teimum, sum fingu heiður.

 

Onnur, sum fingu heiður, men sum ikki vórðu kunngjørd alment í gjár, fara vit leypandi at leggja út á In.fo í kvøld.

 

Um Ársins venjaratoymi á mannfólkasíðuni verður sagt soleiðis:

 

Teir hava drúgvar royndir sum bæði venjarar og íðkarar, og av somu orsøk bjóða teir yngra ættarliðnum eina serstaka venjing, sum fer at vinna teimum heiðursmerkir her heima, í Norðanlondum og á enn hægri støði seinni.

 

Teir leggja stóran dent á, at yngru fimleikararnir stuttleika sær til venjing, samstundis sum teir venja móti at teljast millum bestu fimleikarar.

 

Teir, sum fingu heiðurin sum Ársins venjaratoymi á mannfólkasíðuni 2022 vóru Djóni Sakarisson, Tóki Strøm og Óli Joensen úr Havnar Fimleikafelag.

 

##med2##

 

Ársins heiður

Um Ársins heiður verður sagt soleiðis:

 

Hetta var ein sera væl fyriskipað kapping og nýhugsandi her heima hjá okkum.

 

Fyrireikararnir tóku hædd fyri farsóttini, og trygdin hjá øllum var í hásæti.

 

Ein kapping, sum passar væl inn í estetiska fimleikaárið og sum gevur venjarum og fimleikarum góð kor at arbeiða víðari við, til kappingarárið byrjar síðst í januar.

 

Tær eiga nógv rós fyri at taka stig til hetta, og tí verður mett, at tær so virðiliga hava uppiborið Ársins heiður 2022.

Ársins heiður 2022 er Jólakupp hjá Ingibjørg og Jónvu úr Havnar Fimleikafelag.

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.