Ársins tekstur er: Eina aftrat - ASA

Orðini eru sálin, tey blása lív í, tey vekja okkum. Orðini eru røddin, sum fær tónleikin at smakka enn betur - orðini festa seg í huga okkara, vit lata okkum føra, taka lut og syngja við.

Orðini hjálpa okkum á leið, tá ið vit eru í ávísari støðu, tey siga okkum søgur um kærleika og óendaliga óteljandi kenslur. Tónleikur og skaldskapur eru tvær ymiskar listagreinar, men tá ið hesar báðar listagreinar renna saman í eitt, gongur alt upp í eina hægri eind.  At skriva ein tekst, sum sameinir orð og lag krevur góð listafólk, sum megna at røkka áhoyraran. 

 

Ársins tekstur er: Eina aftrat - ASA